12 mðr. uppsagnarkonta

Við 12 mðr. uppsagnarkontuni fært tú høga rentu til pening, sum ikki skal brúkast beinanvegin. Sí rentuyvirlit. Av tí at 12 mðr. uppsagnarkontan hevur hægri rentu, hóskar hon væl sum samansparingarkonta.

Uppsagnarfreistin er 12 mðr., og merkir hetta, at tú skalt siga sparikassanum frá, 12 mðr. áðrenn tú ætlar at taka pening út. Tekur tú pening út av kontuni áðrenn uppsagnarfreistina, skalt tú gjalda dekort. Kostnaðurin fyri dekort er 0,75 % av upphæddini, sum tú tekur út.

12 mðr. uppsagnaðarkonta er ókeypis at stovna, og einki hámark er fyri, hvussu nógv kann setast inn á kontuna.