1’arin

Innlánstilboðið við 1'aranum letur nú upp aftur fyri nýggjum innskotum. 

0,05 % í rentu
Rentan hesa ferð galdandi frá 24. september 2017 til og við 23. september 2018 er 0,05 %. Talan er um fasta rentu alt tíðarskeiðið.

Lægsta og hægsta inngjald
Einki lágmark er fyri, hvussu nógv tú kanst seta inn á 1’aran. Hámarkið er kr. 260.000, og tú kanst altíð taka pening út.

Nær kann setast inn á 1’aran?
1'arin er opin fyri innskotum í ein mánað, og seinasti dagur at seta pening inn er mikudagin 25. oktober 2017.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 475000 ella umvegis teldupost á ns@ns.fo. Tú ert eisini vælkomin inn í eina av deildum okkara í Klaksvík, Fuglafirði ella Tórshavn.