3 mðr. uppsagnarkonta

3 mðr. uppsagnarkonta er ein konta, sum gevur tær hægri rentu enn ein vanlig konta. Tískil er hetta ein betri loysn til at spara saman uttan at at binda peningin í langa tíð. Sí rentuyvirlit.

Kontan hevur 3 mðr. uppsagnarfreist, ætlar tú at taka pening út. Hetta merkir, at tú skalt siga sparikassanum frá 3 mðr. áðrenn, tú vilt taka pening út. Vilt tú taka pening út, fyrr enn uppsagnarfreistin er farin, rindar tú dekort. Dekort fyri 3 mðr. uppsagnarkontu er 0,50 % av upphæddini, sum verður tikin út.

Tað er ókeypis at stovna eina 3 mðr. uppsagnaðarkontu, og einki hámark er fyri, hvussu nógv tú kanst seta inn á kontuna.

Vilt tú spara saman við enn hægri rentu og longri uppsagnarfreist, kanst tú stovna tær eina 12 mðr. uppsagnarkontu.