Ábyrgdari

Øll kunnu gerast ábyrgdarar í Norðoya Sparikassa við at gjalda inn kr. 1.000 í ábyrgdarpeningi. Sum ábyrgdari fært tú ávirkan á, hvør myndar umboðsráðið, sum er hægsti myndugleiki sparikassans.

Umboðsráðið og umboðsráðsval
Myndugir ábyrgdarar hava valrætt til umboðsráðsvalið hjá Norðoya Sparikassa. Ábyrgdarar hava eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 1.000 inngoldnar í ábyrgdarpeningi, tó í mesta lagi 20 atkvøður. Eisini kunnu allir myndugir ábyrgdarar gerast valevni til umboðsráðið.

Í umboðsráðnum sita 39 umboðs­ráðslimir, ið verða valdir 4. hvørt ár. Uppgávan hjá umboðsráðnum er at fylgja við virki sparikassans í umboðsdømunum.

Umboðsráðið velur nevndina í sparikassanum.

Nærri kunning í viðtøkum og valreglum sparikassans.

Lægsta og hægsta upphædd
Lægsta upphædd, ið kann gjaldast inn á ábyrgdarakontu, er kr. 1.000. Eingin ábyrgdari kann eiga meira enn kr. 300.000 í ábyrgdarpeningi uttan loyvi frá nevndini.

Ábyrgdarpeningur er partur av kapitalgrundarlagi sparikassans.

Norðoya Sparikassi vil ikki, at viðskiftafólk taka ov stóran váða á seg og hevur tí ásett hámarkið til kr. 300.000 fyri hvønn einstakan innskjótara.

Hvat er ábyrgdarpeningur?
Ábyrgdarpeningur er váðafúsur peningur, sum ikki er fevndur av Innskjótara­grunninum. Ábyrgdarpeningur kemur eftir alla aðra skuld í sparikassanum og heftir fyri skyldur sparikassans.

Renta
Við ábyrgdarakontu kanst tú fáa høga rentu.

Sparikassin miðar eftir, at árliga rentan á ábyrgdarpeningi altíð er munandi hægri enn galdandi renta fyri innlán við 12 mánaða uppsøgn.

Árliga rentan á ábyrgdarpeningi verður ásett á vanliga umboðsráðsfundi sparikassans, og verður rentan útgoldin eftir umboðsráðsfundin.

Sparikassin kann víkja frá ásettu árligu rentuni, um sparikassans avlop, tøkur tiltakspeningur ella fíggjarliga støðan annars talar fyri hesum.

Rentupolitikkur
Niðast á síðuni sæst galdandi rentupolitikkur fyri ábyrgdarpening.

Útgjald
Ábyrgdarpeningur kann verða útgoldin við samtykki frá nevndini, um ábyrgdaratkvøðurnar ikki eru færri enn 1.000, ábyrgdarpeningurin ikki gerst minni enn kr. 1.000.000 og um sparikassin lýkur treytirnar í lóg um fíggjarstovnar, tá ið viðkomandi ábyrgdari hevur fingið útgoldið sín pening.

Hevur tú eitthvørt at spyrja um kanst tú støkka inn á gólvið, ringja ella senda okkum teldubræv á ns@ns.fo og fáa meira at vita um ábyrgdarpening.

At váðamerkja virðisbrøv
Sambært kunngerð um váðamerking av virðisbrøvum, skulu virðisbrøv bólkast í 3 váðabólkar, sum verða merktir við grønum, gulum ella reyðum liti. Váðamerkingin tekur støði í, hvussu stórur vandin er fyri at missa peningin, og hvussu gjøgnumskygt virðisbrævið er. Ábyrgdarpeningur er fevndur av gula váðabólkinum. 

Niðanfyri sæst yvirlit yvir váðabólkar og virðisbrøv.


Rentupolitikkur fyri ábyrgdarpening 2017.pdf