Dankort

Tú skalt vera 18 ár, um tú skalt hava Dankort. Kortið kann nýtast í sjálvtøkum, peningastovnum og handlum í danska kongaríkinum.

Tú fært eitt loynital, ið bara tú kennir, og tá ið tú brúkar kortið, skalt tú brúka loynital ella undirskrift. Umráðandi er, at eingin annar enn tú veit loynitalið. Tí má loynitalið ongantíð goymast saman við kortinum.

Missir tú kortið burtur, skalt tú beinanvegin siga sparikassanum frá. Missir tú kortið burtur, tá ið sparikassin er stongdur, skalt tú boða Nets frá á tel. +45 44 89 29 29.

Nýtsla í sjálvtøkum
Í sjálvtøku sparikassans kanst tú taka út upp til 6.000 kr um samdøgrið. Í sjálvtøkum hjá øðrum føroyskum peningastovnum og donskum peningastovnum, ið nýta SDC, kanst tú taka upp til 5.000 kr um samdøgrið, tó í mesta lagi 2.000 kr hvørja ferð. Hjá øðrum donskum peningastovnum kanst tú taka út 2.000 kr um samdøgrið.


Ásetingar fyri Dankort galdandi frá 1. feb. 2017.pdf