Sparikassakort

Við Sparikassakortinum kunnu vit bjóða tær eina lønarkontu við útgjaldskorti.

- til ber at taka pening út í sjálvtøkum í Føroyum og í avgreiðslum sparikassans
- eingin kortkostnaður

Til kortið fært tú eitt loynital, ið bert tú kennir. Umráðandi er, at eingin annar enn tú veitst loynitalið. Tí má loynitalið ongantíð goymast saman við kortinum.

 

Nýtsluhámørk í sjálvtøkum

Í sjálvtøku sparikassans kanst tú taka út upp til 6.000 kr um samdøgrið. Í sjálvtøkum hjá øðrum føroyskum peningastovnum og donskum peningastovnum, ið nýta SDC, kanst tú taka út upp til 5.000 kr um samdøgrið, tó í mesta lagi 2.000 kr hvørja ferð. Hjá øðrum donskum peningastovnum kanst tú taka 2.000 kr út um samdøgrið.