ekann - eitt gott innlánstilboð

Við ekann-kontuni fært tú upp í 0,25 % í rentu.

Tekna tær nýggja avtalu, ella lat tína verandi ekann avtalu halda fram. Sparikassin bjóðar eitt ekann-tilboð, soleiðis at til ber at seta pening inn til og við 1. juli 2018.

Við ekann-kontuni tryggjar tú tær fasta rentu, og er peningurin bundin í 24 mánaðir. Talan er um støkkrentu. T.v.s., saldan verður rentað stigvíst sambært talvuni niðanfyri. 

 

24 mðr.

 

Endar 1. juni 2020

Upphædd

Renta

 

Eff. renta

0 - 800.000

0,15 %                 0,15 %

800.000 - 2.000.000

0,25 %                 0,21 %


Á talvuni sæst effektiva rentan fyri ávikavist 800.000 og 2.000.000 kr.

Hámarkið, fyri hvussu nógv kann setast inn á ekann, er kr. 2.000.000.

Tú kanst taka 1/3 av inngjaldinum út uttan dekort. Av restini verður dekort á 1,5 % roknað.

Gevið gætur, at nettoinnlán størri enn kr. 750.000 (100.000 EUR) eru ikki fevnd av Innskjótaratrygdargrunninum.

Tekna tær nýggja avtalu, ella lat tína verandi ekann avtalu halda fram. Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 475000 ella +45 70204750. Eisini ber til at ringja við Skype til "Norðoya Sparikassi", skriva til ns@ns.fo ella vitja eina av deildum okkara í Klaksvík, Fuglafirði ella Tórshavn.