Evstumørk fyri flytingar áðrenn páskir

Evstumørk fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn páskir

Lønir og eftirlønir:
• Lønir og eftirlønir, ið ynskjast á kontu áðrenn páskir, skulu verða bókaðar í seinasta lagi 11. apríl kl. 15 .

Flytingar til annan peningastovn:

• fyri "vanliga flyting" er evstamarkið 11. apríl kl. 16.00 (tó í netbankanum kl. 18.30)
• fyri "flyting sama dag" er evstamarkið mikudagin 12. apríl kl. 11.00
• fyri "skundflyting" er evstamarkið bundið av reglunum hjá móttakandi peningastovni.

Flytingar innanhýsis í Norðoya Sparikassa:
• Mikudagin 12. apríl kl. 18.00 (tó í netbankanum kl. 18.30)

Vinaliga

Norðoya Sparikassi