Fá avsláttur í donskum djóra- og stuttleikaparkum

Hevur tú gjaldkort frá Norðoya Sparikassa, kanst tú fáa upp í 25 % í avsláttri, tá tú keypir atgongumerki til nakrar av teimum størstu djóra- og stuttleikaparkunum í Danmark.

Hesar eru eitt nú Randers Regnskov, Aalborg Zoo, Tivoli Friheden, Kattegatcenteret, Nordsøen Oceanarium, Knuthenborg Safaripark, BonBon-land, Sommerland Sjælland og Den Blå Planet.

Møguligt er at keypa atgongumerki til alla familjuna.

Avsláttartænastan verður veitt í samstarvi við Affinion International, ið eisini tekur sær av atgongumerkjasøluni.

Atgongumerkini kunnu keypast her.

Her skalt tú stovna tær ein brúkara at rita inn við. Minst til at skráseta telefonnummarið við føroysku landakotuni (+298), um tú ikki hevur danskt telefonnummar. Tá ið alt er fylt út, stovnar tú tín brúkara, og síðani kanst tú keypa atgongumerkini.

Tørvar tær hjálp, kanst tú seta teg í samband við kundatænastuna hjá Affinion við at skriva ein teldupost til kundeservice@medlemsbutikken.dk allar gerandisdagar kl. 9-15.​