Fígging

Er ætlanin at stovna egna fyritøku, t.d. nýggja fyritøku, keypa ella taka yvir verandi fyritøku, ella er talan um ættarliðsskifti ella rakstrarfígging, ert tú vælkomin til eitt óbindandi prát við Norðoya Sparikassa. Vit veita tær fegin neyðugu ráðgevingina í allari tilgongdini.

Hvussu fígging verður sett saman, er ymiskt frá virki til virki. Tað veldst um, hvør vinnugreinin er, hvussu rakstrargøgnini eru sett saman, og hvørji serlig viðurskifti annars gera seg galdandi.

Vinnulán
Vinnulán er vanliga partur av fíggingini, tá ið bygningar, skip, maskinur skulu keypast. Ella talan er um goodwill og onnur rakstrargøgn, ið fyritøkuni tørvar til tess at fáa fleiri inntøkur. Afturgjaldingartíð og treytir annars kunnu tillagast eftir nærri avtalu.

Rakstrarkredittur
Ein virkin fyritøka kann hava sveiggj í gjaldførinum. Inn- og útgjaldingar fara vanliga fram umvegis rakstrarkredittin. Ein hóskandi rakstrarkredittur er gott amboð at gagnnýta gjaldsstreymin í fyritøkuni á besta hátt.

Ábyrgdir o.tíl.
Virksemið hjá fyritøkuni kann vera soleiðis háttað, at neyðugt er at veita einum samstarvsparti eina ábyrgd. Talan kann vera um, at ávís peningaupphædd ikki fellur til gjaldingar fyrr enn seinni, og neyðugt er við trygd fyri peninginum. Eisini kann vera ivasamt, um ávís upphædd kemur til gjaldingar, men samstarvið krevur, at trygd verður veitt, um so skuldi verið. Sparikassin hevur drúgvar royndir, tá ið tað snýr seg um ábyrgdir í byggisáttmálum og veitingar av vørum og tænastum.

Tá ið tað snýr seg um uttanlandshandil kann vera neyðugt við ábyrgdum og bankatrygdum (rembursum), sum fylgja serligum altjóða standardum. Sparikassin samstarvar við útlendskar bankar við serfrøðingum á økinum. Tú ert vælkomin at spyrja nærri.