Fíggjarkonta

Fíggjarkontan verður mest brúkt, tá ið tit eru tvey ella fleiri, sum skulu rinda føstu mánaðarligu útreiðslurnar. Tá flyta tit eitt fast gjald um mánaðin av tykkara lønarkontum inn á fíggjarkontuna, sum skal nýtast til hesar útreiðslur.

Við fíggjarkontuni verða fastar útreiðslur sum lánsgjøld, barnaansing, SEV, telefon, internet, kringvarpsgjald, tryggingar o.a. javnaðar yvir alt árið, soleiðis at tú, heldur enn at fáa nakrar serliga dýrar mánaðir, flytur eina fasta upphædd av lønarkontuni á fíggjarkontuna hvønn mánað.

Hesi kontu kanst tú sjálv/ur hava ábyrgd av. Til ber at broyta gjaldið, so tað passar til útreiðslurnar. Sparikassin kann eisini átaka sær at umsita hesa kontuna fyri  ávísan kostnað, sí kostnaðaryvirlit.