Gjaldsavtalur fluttar úr Netbankanum yvir í Mínrokning

Gjaldsavtalur til virkir, sum nýta Mínrokning, eru nú fluttar úr Netbankanum yvir í Mínrokning. Hetta merkir, at gjaldsavtalurnar fyribils ikki longur eru at síggja í Netbankanum, tó at tær halda fram sum áður.

Talan er um gjaldsavtalur við hesi virkir:

  • SEV
  • FT samskifti
  • Televarpið
  • Effo
  • Trygd
  • Betri Trygging
  • Akstovan
  • TAKS

Mínrokning er ein gjaldsskipan, sum Elektron hevur ment í samstarvi við føroysku peningastovnarnar, og sum avgreiðir sjálvvirkandi gjaldingar av rokningum.

GEV GÆTUR: Tað er ikki neyðugt hjá kundanum at gera nakað fyri at fáa virknar gjaldsavtalur fluttar yvir í Mínrokning. Tað hendir sjálvvirkandi.

Allir kundar, sum antin hava Mínlykil ella NemID, hava atgongd til Mínrokning.

Les meira um skipanina á www.minrokning.fo