GjaldSkipanin

Við GjaldSkipanini eru nógvir fyrimunir, bæði fyri fyritøkur, stovnar og privatfólk.


Gjaldyvirlit ella inngjaldskort
Kreditorarnir í GjaldSkipanini, t.d. handlar, fyritøkur, bløð og stovnar senda flestallar sínar rokningar gjøgnum skipanina, og sostatt eru allir teirra debitorar við. Tilmeldaðir debitorar fáa sendandi eitt gjaldyvirlit, og teir, ið ikki hava undirskrivað sáttmála, fáa sendandi FI-kort.


Fyrimunir við GjaldSkipanini
Hesir fyrimunir eru við GjaldSkipanini:

  • Tú sleppur undan at standa í bíðirøð
  • Norðoya Sparikassi tekur ikki ómaksgjald fyri tilmeldaðar avtalur
  • Mánaðin fyri fært tú eitt samlað gjaldyvirlit yvir allar gjaldingar, ið verða goldnar komandi mánaðin
  • Á gjaldyvirlitinum verður upplýst, hvønn gjaldast skal til, upphædd og gjalddagur, eins og kreditorur kann velja at útgreina rokningina enn meira á gjaldyvirlitinum
  • Rokningar, ið standa á gjaldyvirlitinum, verða goldnar sjálvvirkandi
  • Tú skrivar undir eina íbindingaravtalu við Norðoya Sparikassa, ið er galdandi fyri allar gjaldingar til viðkomandi stovn ella fyritøku
  • Tú kanst melda til ella melda frá gjaldavtalur – eisini í netbanka
  • Tú kanst vísa aftur ella melda frá gjaldingar – eisini í netbanka

Tú ert altíð vælkomin
Vilt tú vita meir, ert tú altíð vælkomin inn á gólvið, ringja ella senda einum av starvsfólkum okkara ella ns@ns.fo teldubræv.