Góð ráð

Legg til síðis tíðliga
Tað er gott at hava pening tøkan, tá ið rokningar koma. Tað kann vera til óvæntaðar útreiðslur ella til eina feriu. Vit mæla tær til at byrja tíðliga at seta pening inn á eina samansparingarkontu. Ein samansparing gevur tær við tíðini pening og harvið eisini møguleikar.

Rokna samansparing her.

Ger fíggjarætlan og fá yvirlit
Nógv ung sum eldri vita ikki, hvar peningurin fer, og hví endarnir ikki altíð røkka saman. Ein fíggjarætlan hjálpir tær at halda skil á útreiðslum og inntøkum. Eisini gevur hon tær innlit í, hvussu tú brúkar pening tín. Við eini fíggjarætlan veitst tú, hvussu nógvan pening tú hevur tøkan.

Hevur tú eitt frítíðarstarv?
Gongur tú í skúla og hevur eitt fríðtíðarstarv, er Gull 1 ætlað til lønina. Eitt frítíðarstarv er kanska krevjandi og fer við nógvari tíð, men gevur samstundis góðar møguleikar – bæði nú og seinni við starvsroyndum. Um tú hevur eitt frítíðarstarv, er enn størri orsøk at gera eitt fíggjarark og at leggja pening til síðis.

Tú ert altíð vælkomin
Vilt tú  vita meira, ella tørvar tær ráðgeving um fíggjarark og samansparing, set teg so í samband við ungdómsráðgeva tín.