Gull 18-26 ár

Nógvar broytingar fara fram, tá ið tú verður 18 ár. Tú verður myndug/ur, kanst taka koyrikort, fært valrætt og fíggjarligan avgerðarrætt.

Gull 1 og Gull 2
Tá ið tú stovnar tær Gullkontu, fært tú tvær kontur, Gull 1 til løn og lummapening, og Gull 2 til samansparing, báðar við høgari rentu. 

Tá ið tú verður 18 ár, verður Gull 2 leysgivin í ein mánað. Gull 2 fer hareftir at virka við 12 mánaða uppsagnartreytum, men hevur tó hægri rentu.

Fleiri ymisk gjaldkort
Tá ið tú gerst 18 ár, kanst tú eisini velja millum fleiri ymisk gjaldkort, t.d. Dankort, Visa/Dankort, MasterCard og MasterCard Debit. Hesi gjaldkort kunnu nýtast í sjálvtøkum og handlum bæði í Føroyum og uttanlands og á internetinum. Við MasterCard fært tú eisini fleiri tryggingar.

Dankort, Visa/Dankort og MasterCard Debit kanst tú prýða við egnari mynd. 

Bílegg myndakort her. 

Tá ið tú bíleggur kortið, tekur tað vanliga í mesta lagi tvær vikur at fáa tað. Er talan um endurbílegging, tekur tað umleið eina viku at fáa tað.

Keypsváttan
Ætlar tú tær t.d. at keypa bil, kanst tú avtala við tín ungdómsráðgeva, at tú fært eina keypsváttan, ið staðfestir, at tú hevur tøkan pening.

Netbankin
Við netbankanum er munandi lættari at avgreiða tíni fíggjarligu viðurskifti, sama um tú ert heima, til arbeiðis ella uttanlands.

Við Netbankanum kanst tú millum annað:

  • síggja kontuyvirlit 
  • síggja saldur 
  • fáa yvirlit yvir bókingar, sum eru gjørdar 
  • gera flytingar, hópflytingar og lønarflytingar 
  • biðja um uttanlandsflyting (SWIFT flyting) 
  • gjalda rokningar 
  • gjalda FI-kort, eins og hesi kunnu meldast til GjaldSkipanina 
  • stovna fastar flytingar 
  • síggja komandi gjaldingar 
  • síggja skjalagoymslu 
  • samskifta við sparikassan umvegis trygt teldupostkervi 

Netbankin er ókeypis at stovna, og einki árligt gjald verður tikið fyri netbankan.

Netbankin sum app
Við netbankanum sum app kanst tú altíð avgreiða tíni fíggjarviðurskifti og fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna - sama nær og hvar. Netbankin sum app riggar á snildfon, iPhone ella Android og teldlum.

Skalt tú hava netbankan sum app, mást tú fyrst hava netbankaavtalu. Við netbankaavtaluni meldar tú til netbankan sum app.

Bílegg eitt ungdómsprát
Eru ivamál, ella kundi tú hugsað tær at vitað meiri um tænastur okkara, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband ungdómsráðgeva tín og bíleggja eitt ungdómsprát. Saman við ungdómsráðgeva tínum kanst tú fáa yvirlit og góða ráðgeving um, hvussu tú lættliga kanst greiða tíni fíggjarligu viðurskifti, tá ið talan er um útbúgving, ella okkurt skal keypast, t.d. bilur, telda og innbúgv. Ella um tú skalt út at ferðast, flyta heimanífrá, giftast, keypa grundstykki, byggja, keypa hús, keypa íbúð ella okkurt heilt annað.

Samband
Tú ert altíð vælkomin inn í sparikassan at tosa við okkum, ringja á tel. 475000 ella senda einum av ungdómsráðgevunum ella ns@ns.fo eitt teldubræv.