Handla virðisbrøv í Netbankanum sum app

Í nýggju útgávuni av Netbankanum sum app ber nú til at keypa og selja virðisbrøv beinleiðis á telefonini og halda eyga við tínum íløgum uttan mun til tíð og stað.

Við íløgupartinum kanst tú m.a.:

  • Keypa og selja virðisbrøv
  • Síggja yvirlit yvir tínar goymslur
  • Síggja ordrar
  • Gera ein lista yvir úrvald virðisbrøv
  • Síggja virðisbrævakunning
  • Fáa yvirlit yvir norðurlendsku Nasdaq keypskálarnar

Ynskir tú henda møguleikan, kanst tú seta teg í samband við kundaráðgevan, sum hjálpir tær í gongd.