Heimlánstrygging

Tað hendir sjálvandi ikki fyri okkum, men so hendir tað kortini. Makin fellur brádliga frá, og støðan gerst bæði torfør og syrgilig. Sum steinur oman á byrðu, mugu húsini seljast ella… 

Í slíkari støðu kann Heimlánstryggingin gera, at tú kanst varðveita húsini.

Um Heimlánstrygging
Við eini Heimlánstrygging kanst tú tryggja tey avvarðandi soleiðis, at skuldin ella partur av henni verður útgoldin, um tú doyrt. Hjúnafelagin kann eisini tekna eina tílíka trygging.

Hvør kann tekna Heimlánstrygging?
Um tú skalt tekna Heimlánstrygging, skalt tú ikki hava fylt 50 ár. Tú kanst vera í Heimlánstryggingini, til tú hevur fylt 67 ár.

Tryggingarupphædd
Tryggjast kunnu upp til kr. 1.000.000. Gjørligt er eisini at tekna Heimlánstrygging fyri ein part av samlaðu restskuldini.

Soleiðis teknar tú Heimlánstrygging
Vilt tú tekna Heimlánstrygging, skalt tú fylla út tekningarblaðið og heilsuváttanina niðanfyri. Tú kanst fylla út skjølini á heimasíðuni, prenta tey út at skriva undir og síðani senda okkum tey. Tekningarblaðið skal sendast til Norðoya Sparikassa til bjorg@ns.fo og heilsuváttanin til Betri Pensjón pensjon@betri.fo. Heimlánstryggingin er í samstarvi við Betri Pensjón og tekur við, tá ið tú hevur latið Norðoya Sparikassa hesi skjøl aftur. Hetta er treytað av, at Betri Pensjón góðtekur heilsuváttanina.

Tryggingarútgjald
Um tryggingartakarin doyr, verður tryggingarupphæddin goldin inn á lánið/lánini.

Er samlaða restskuldin í Norðoya Sparikassa lægri enn tryggingarupphæddin, verður munurin útgoldin sum ein kundatrygging.

Upphæddin verður ikki skattað.

Gjald
Árliga tryggingargjaldið er 0,30 % av tryggingarupphæddini. Tryggingargjaldið verður goldið mánaðarliga.

Tryggingarupphædd
Talvan niðanfyri vísir nøkur dømi um ymiskar tryggingarupphæddir. Um tryggingarupphæddin verður lækkað, minkar gjaldið samsvarandi. Samlaða tryggingarupphæddin fyri Heimlánstrygging og Kundatrygging ongantíð vera hægri enn kr. 1.500.000.

Upphædd Gjald um mánaðin
kr. 100.000 kr. 25
kr. 200.000 kr. 50
kr. 400.000 kr. 100
kr. 600.000 kr. 150
kr. 800.000 kr. 200
kr. 1.000.000 kr. 250

Uppsøgn
Vilt tú strika tryggingina, kann hon sigast upp til fyrst í einum mánaði.

Tekningarblað.pdf  

Heilsuváttan Heimláns- Kunda- og Bráðsjúkutrygging2.pdf  

Broyting av verandi tryggingum.pdf  

Uppsøgn av tryggingum.pdf