Íløgur í virðisbrøv

Skalt tú gera íløgur, krevst peningur. Mong hugsa møguliga, at tey ikki hava pening tøkan til íløgur, men veitst tú av, at tú kanst nýta tína Kapitalpensjón til íløgur? At gera íløgur í virðisbrøv kann loysa seg, tí tú kanst fáa størri vinning burtur úr tínum peningi, enn um tú bert letur hann standa inni á kontuni.

Váði og vinningur/tap fylgjast. Tað vil siga, at jú størri váða tú vilt taka, jú størri vinningur/tap. Havast skal eisini í huga, at tess longri tíðarskeið peningurin verður bundin til íløguna, tess størri verður vinningurin

Norðoya Sparikassi hevur avtalu við fleiri íløgufeløg. Eitt tílíkt íløgufelag minkar munandi um váðan. Hetta kemst av, at tín peningur verður nýttur til at keypa fleiri virðisbrøv í fleiri ymsum fyritøkum, og harvið verður váðin spjaddur og minkar tískil.

Vit leggja dent á einstaka ráðgeving. Støkk inn á gólvið, so vit í felag kunnu finna tín íløguprofil, t.d. hvussu stóran váða tú vilt taka, og hvussu leingi tú vilt hava peningin bundnan í virðisbrøv. So veitir Norðoya Sparikassi tær ta vegleiðing og ráðgeving, sum tær tørvar, soleiðis at íløgur tínar verða framdar tær at frama.

Virðisbrævavinningur er skattskyldug inntøka og verður skattaður eftir serligum reglum. Heilt stutt kann sigast, at privatfólk rinda 35% í skatti av tílíkari inntøku, og feløg rinda 18%.