Íløgur

Sparikassin hevur seinastu árini ment eitt íløgutoymi, sum arbeiðir tætt saman við vinnudeildini og er undir somu leiðslu. Sparikassin kann í dag bjóða allar vanligar tænastur viðvíkjandi handli við virðisbrøvum. Vit hava tætt samstarv við útlendskar stovnar, serliga Nordea Bank og Danske Bank, hetta fyri at tryggja, at ráðgevingin er á so høgum støði sum gjørligt, og hesum hava vit sera góðar royndir av.