Klaguvegleiðing

Mál okkara er, at kundar í Norðoya Sparikassa, fáa holla ráðgeving og harvið ta viðgerð, ið hóskar best ynskjum, ætlanum og tørvum teirra.

Tað kann tó koma fyri, at tú ikki ert nøgd/ur við ta viðgerð, tú hevur fingið í Norðoya Sparikassa. Um so er, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kundaráðgevan hjá tær. Um málið kann verða loyst á henda hátt, er tað besta loysnin fyri báðar partar.

Ert tú ikki nøgd/ur við viðgerð okkara í málinum, kanst tú senda eina skrivliga klagu til klaguábyrgdarhavaran í Norðoya Sparikassa. Klagan kann sendast við telduposti til klagur@ns.fo ella sum bræv til:

Norðoya Sparikassi
Att.: Klaguábyrgdarhavari
Ósávegur 1
Postboks 149
FO-710 Klaksvík

Um tú framvegis ikki ert nøgd/ur við avgerðina, kanst tú senda eina klagu til peningastovnskærunevndina: www.pengeinstitutankenaevnet.dk.

Oyðublað til klagur:

Klageskema.pdf