Kundatrygging

Tað hendir sjálvandi ikki fyri okkum, men so hendir tað kortini. Ein av okkara kæru fellur brádliga frá, og støðan gerst bæði torfør og syrgilig - hvussu við tí fíggjarliga? Tú kanst ikki tryggja teg móti øllum, men millum mongu fyrimunirnar, tú sum kundi í Norðoya Sparikassa kanst fáa, er ein serlig Kundatrygging, ið verður útgoldin, tá ið tryggingartakarin doyr.

Tryggari
Sum kundi í Norðoya Sparikassa kanst tú tekna eina Kundatrygging, ið ger, at næsti avarðandi ella annar tilskilaður persónur/ar er tryggari, skuldi tað hent, at tú doyði.

Hvør kann tekna Kundatrygging?
Kundar, ið eru 18 ár ella eldri, men tó ikki hava fylt 50 ár, kunnu tekna hesa Kundatrygging. Ein kann vera í Kundatryggingini, til ein hevur fylt 67 ár.

Kundatryggingin ávirkar ikki aðrar lívstryggingar.

Hvussu verður Kundatryggingin teknað?
Vilt tú tekna eina tílíka Kundatrygging, kanst tú fylla út oyðubløðini niðanfyri. Tekningarblaðið skal sendast til Norðoya Sparikassa til bjorg@ns.fo og heilsuváttanin til Betri Pensjón pensjon@betri.fo.

Kundatryggingin er í samstarvi við Betri pensjón og tekur við, tá ið tú hevur latið Norðoya Sparikassa hesi skjøl aftur. Hetta er eisini treytað av, at Betri Pensjón góðtekur heilsuváttanina.

Tryggingarupphædd og gjald
Her er nøkur dømi um tryggingarupphæddir. Tó kann samlaða tryggingarupphæddin fyri Heimlánstrygging og Kundatrygging ongantíð vera hægri enn kr. 1.500.000:

    UPPHÆDD GJALD UM MÁNAÐIN
    kr. 250.000 kr. 62,50
    kr. 500.000 kr. 125,00
    kr. 750.000 kr. 187,50
    kr. 1.000.000 kr. 250,00

Árliga tryggingargjaldið er 0,30 % av tryggingarupphæddini.

Tryggingargjaldið verður goldið mánaðarliga.

At broyta tilskilan
Hevur tú teknað Kundatrygging, men vilt broyta, hvør skal vera tilskilaður, kanst tú heinta tilskilanarblaðið her. Prenta blaðið og fyll tað út og send til pensjon@betri.fo.

Tryggingarútgjald
Tá ið tryggingartakarin doyr, verður útgoldið til næsta avvarðandi ella annan tilskilaðan persón/ar.

Upphæddin verður ikki skattað.

Uppsøgn
Vilt tú strika tryggingina, kann hon sigast upp til fyrst í einum mánaði.


Tekningarblað.pdf  

Heilsuváttan Heimláns- Kunda- og Bráðsjúkutrygging2.pdf  

Broyting av verandi tryggingum.pdf  

Uppsøgn av tryggingum.pdf  

Almennar tryggingartreytir.pdf