Bráðsjúkutrygging

Hevur tú Heimláns- og /ella Kundatrygging í Norðoya Sparikassa, kanst tú tekna eina Bráðsjúkutrygging. Hendan tryggingin skal teknast, áðrenn tú ert fylt/ur 50 ár.

Børn í aldrinum 28 dagar - 18 ár eru eisini fevnd av tryggingini, við 60 % av tí, sum tryggingartakarin er tryggjaður fyri.

Bráðsjúkutryggingin er galdandi, til tú hevur fylt 67 ár.

Tryggingarupphædd
Við Bráðsjúkutryggingini kanst tú velja millum hesar upphæddir:

Upphædd Gjald um mánaðin
kr. 50.000 kr. 40,87
kr. 100.000 kr. 79,49
kr. 150.000 kr. 112,11
kr. 200.000 kr. 147,74

Roykjarar gjalda eitt hægri gjald pr. mðr.

Soleiðis teknar tú Bráðsjúkutrygging
Ynskir tú tekna Bráðsjúkutrygging, kanst tú fylla út oyðubløðini niðanfyri. Tekningarblaðið skal sendast til Norðoya Sparikassa til ingun@ns.fo og heilsuváttanin til Betri Pensjón pensjon@betri.fo.

Bráðsjúkutryggingin er í samstarvi við Betri Pensjón og tekur við eina mánað eftir, at tryggingin er teknað. Hetta er treytað av, at Betri Pensjón góðtekur heilsuváttanina.

Tryggingarútgjald
Um tryggingartakarin og/ella barn hjá tryggjaða millum 28 dagar og 18 ár fær staðfest eina bráðsjúku - sí "Tryggingartreytir fyri bráðsjúkutrygging" - verður upphæddin útgoldin til tryggingartakaran.

Upphæddin verður ikki skattað.

Uppsøgn
Vilt tú strika tryggingina, kann hon sigast upp skrivliga til fyrst í einum mánaði.

Tekningarblað.pdf  

Heilsuváttan Heimláns- Kunda- og Bráðsjúkutrygging2.pdf  

Broyting av verandi tryggingum.pdf  

Uppsøgn av tryggingum.pdf  

Almennar tryggingartreytir.pdf