Lønarpolitikkur

Inngangur
Politikkurin ásetur stevnu og leiðreglur hjá Norðoya Sparikassa um løn, pensjónspolitikk og leiðreglur fyri, hvussu fráfaringarsamsýning verður latin.

Lønarpolitikkurin verður lagdur fram, eftir at nevndin hevur samtykt hann, fyri umboðsráðið.

Grundarlag
Lønarpolitikkurin er grundaður á lóg um fíggjarligt virksemi § 71, §§ 77a-d og kunngerð um lønarpolitikk og upplýsingarskyldur um lønir í fíggjarvirkjum.

Lønarpolitikkur
Politikkur viðvíkjandi løn og pensjón og leiðreglur fyri pensjónspolitikk og fráfaringarsamsýning fyri nevnd, stjórn, starvsfólk, hvørs virksemi hevur stóra ávirkan á váðaprofilin hjá Norðoya Sparikassa (týðandi váðatakarar) og fólk í eftirlitsstørvum hjá Norðoya Sparikassa.

Lønarpolitikkurin miðar eftir at reka lønarpolitikk og lønarsiðvenju, sum samsvarar við og stimbrar sunna og effektiva váðastýring í Norðoya Sparikassa.

Nevnd og stjórn
Variablir lønarpartar verða ikki goldnir nevnd og stjórn, hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur (optiónir), pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

Týðandi váðatakarar
Variablir lønarpartar verða ikki goldnir starvsfólki, hvørs virksemi hevur stóra ávirkan á váðaprofilin hjá Norðoya Sparikassa (týðandi váðatakarar), hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur, pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

Starvsfólk í eftirlitsstørvum
Variablir lønarpartar verða ikki goldnir starvsfólki, sum hava um hendi eftirlitsvirksemi, hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur, pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

Lønarnevnd
Lønarnevndin er øll nevndin í Norðoya Sparikassa.

Ábyrgd
Ábyrgd av politikkinum hevur stjórn sparikassans.

Endurskoðan
Nevndin gjøgnumgongur lønarpolitikkin einaferð um árið og fremur neyðugar tillagingar.

Umboðsráðið
Lønarpolitikkurin skal góðkennast á umboðsráðsfundi sparikassans.

Seinast dagført
Góðkent á umboðsráðsfundi sparikassans tann 18. apríl 2013.