Netbankin fær nýggja app til iPhone

Hin 7. august 2018 kom nýggj app til Android telefonir. Nú verður tilsvarandi app tøk til iPhone mánadagin 20. august 2018

Hevur tú Netbankan sum app á iPhone, mást tú taka nýggju og dagførdu útgávuna av Netbankanum sum app niður frá App Store. Her finnur tú skjótt nýggju útgávuna 'Norðoya Sparikassi Netbanki'  við t.d. at nýta 'Sparikassi' sum leitiorð. 

Nýggja appin er tøk frá 20. august, og eftir hetta ber tað ikki til at brúka verandi app longur. Ístaðin fært tú sjálvvirkandi boð um at taka nýggju appina niður. Hetta er sama mannagongd, sum tá ið aðrar appir verða dagførdar. 

Gev gætur: Minst til at strika tað gomlu appina á telefonini.


Dagførd app

Tú kennir teg aftur, tá ið tú kemur inn í appina. Hon er meiri brúkaravinarlig til nýggjastu útgávur av iPhone.

Soleiðis finnur tú brúkaranummarið

Fyri at fáa nýggju appina at rigga, skalt tú tøppa títt brúkaranavn/brúkaranummar inn, saman við 4-siffraða loynitalinum. Brúkaranummarið finnur tú í Netbankanum á telduni undir ”Uppseting” og ”Brúkaraupplýsingar”. 

Soleiðis gerst tú:

1. Rita inn í Netbankan á telduni og vel "Uppseting" í vinstra bredda (sí viðheftu mynd 1)

2. Vel "Brúkaraupplýsingar"(sí viðheftu mynd 2) 

3. Her finnur tú títt brúkaranummar, sum skal brúkast, tá ið tú tekur appina til Netbankan niður av nýggjum (sí viðheftu mynd 3).


Um tú ikki hevur Netbanka á teldu

Hevur tú ikki Netbankan á telduni, mást tú seta teg í samband við okkum fyri at fáa brúkaranummarið upplýst. Tað ber tíverri ikki til at síggja brúkaranummarið í Netbankanum sum app.

Ring til okkum á 475 000 ella +45 70204750 (DK), so hjálpa vit tær. Vit hava netbankahjálp gerandisdagar kl. 7-21, og leygardag og sunnudag kl. 10-19.


Vinarligast

Norðoya Sparikassi