Netbankin sum app

Við netbankanum sum app kanst tú altíð avgreiða fíggjarviðurskiftini og fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna. Netbankin sum app riggar á snildfonum, t.e. iPhone ella Android, og teldlum.

Skalt tú hava netbankan sum app, mást tú fyrst hava netbankaavtalu. Við netbankaavtaluni meldar tú til netbankan sum app.

Kom væl í gongd
Rita inn í netbankan á telduni og far inn á “Avtalur” og vel síðan “Fartænastur, Netbanki" og trýst á “Melda til netbanka á smartphone ella fartelefon”. Her velur tú “Netbanki sum app (iPhone ella Android)”. Tøppa inn brúkaranavn og loynital við 4 talteknum.

Í netbankanum á telduni skrásetir tú eisini fartelefonnummarið. Skrásetta fartelefonnummarið tekur ímóti sms-boðum við eini kotu, ið skal verða brúkt, hvørja ferð ein flyting og onnur viðurskifti skulu verða undirskrivað.

Soleiðis tekur tú appina niður
Far inn á App Store ella Play Store og leita eftir "Netbanki". Tak appina Norðoya Sparikassi - Netbanki niður. 


Soleiðis ritar tú inn 
Tú kanst rita inn, tá ið tú hevur meldað til “Netbanki sum app (iPhone ella Android)” á telduni. Á tíni snildfon skalt tú brúka:

  1. Brúkaranavn ella brúkaranummarið, sum tú hevur skrásett í netbankanum á telduni.
  2. Títt loynital við 4 talteknum, sum tú eisini hevur valt í netbankanum á telduni
Við netbankanum sum app kanst tú millum annað:
  • síggja kontuyvirlit
  • flyta pening
  • síggja bókingar
  • síggja framtíðar gjaldingar
  • gjalda girokort
  • sperra kort
  • rokna gjaldoyra
  • finna sjálvtøkur
  • finna deildir
  • Gera íløgur
NemID kann nýtast til innritan fyrstu ferð
Um tú ert nýggjur brúkari til netbankan sum app, kanst tú melda til, sjálv/-ur, beinleiðis  á app'ini við hjálp av tínum NemID. Vel tá 'Sign up', har tú meldar til við tínum NemID, velur brúkaranavn og 4 siffraða atgongdarkotu. 

GG: Tú nýtir bert NemID í sambandi við tilmelding til netbankan sum app fyrstu ferð. Eftirfylgjandi verður tú einans biðin um at upplýsa brúkaranavn/brúkaranummar og 4 siffraðu kotuna, sum tú sjálv/-ur hevur valt.