Málningaframsýning í Fuglafirði

Heðin Kambsdal hevur málningaframsýning í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði allan desember mánaða. 12 málningar er við á framsýningini.

Eisini bjóðar Norðoya Sparikassi kaffi og okkurt søtt afturvið, og onkran dag eisini gløgg. Øll eru hjartaliga vælkomin.