Norðoya Sparikassi teknar trygging fyri vinnunetbankar

Frá 1. januar 2018 at rokna eru allir vinnunetbankar, knýttir at Norðoya Sparikassa, teknaðir eina trygging, sum dekkar tap orsakað av møguligum flytingum, ið fara fram av órøttum.

Tryggingin er teknað gjøgnum samstarvið, ið Norðoya Sparikassi hevur við Lokale Pengeinstitutter.

Kunning um tryggingina er løgd út í netbankan hjá vinnukundum.

Skuldi onkur vinnukundi ynskt ikki at luttaka í hesi tryggingarskipanini, kann vera sagt frá hesum við at seta seg í samband við vinnukundaráðgevan.


Vinarliga 

Norðoya Sparikassi