Norðoya Sparikassi 8,1 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2017

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2017 var eitt avlop á 8,1 mió. kr. í mun til 9,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016

Virksemið økist

Vøksturin í útlánum var 2,4 % ella 41 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.694 til 1.735 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 3,2 % ella 67 mió. kr. – úr 2.119 mió. kr. upp í 2.187 mió. kr. Innlánsavlopið øktist aftur fyrra hálvár 2017 – hesaferð við 26 mió. kr. og var 451 mió. kr. pr. 30. juni 2017.

Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 %. Sparikassin hevur seinastu árini merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Samlaða ábyrgdarfæið var pr. 30. juni 2017 kr. 19.580.000, móti kr. 18.091.000 við ársbyrjan 2017. Hetta er ein øking upp á kr. 1.489.000, ella 8,2 %

Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2017 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 188 %.

Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2017 var solvensurin 18,3 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 9,3 %. Harvið var solvensyvirdekningurin 9 % -stig.

Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina higartil í ár.

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri

ns_halvarsfrasogn_2017.pdf