Norðoya Sparikassi framvegis SIFI-peningastovnur

Fíggjareftirlitið hevur í dag endurútnevnt sparikassan til framvegis at vera serliga týðandi peningastovnur í Føroyum

Sambært lóg um fíggjarvirksemi útnevnir Fíggjareftirlitið árliga SIFI-peningastovnar í Føroyum. Grundað á sparikassans virksemi verður sparikassin mettur at hava so mikið stóran týdning fyri samfelagið, at hann er endurútnevndur sum týðandi peningastovnur – sokallaðan SIFI-peningastovn. Harvið eru serlig krøv áløgd sparikassanum til kapital og gjaldføri v.m., ið skulu tryggja sparikassan uppaftur betri.

NORÐOYA SPARIKASSI

Frágreiðing frá Fíggjareftirlitinum.pdf