Úr vinstru: Tummas Martin Sólsker, vinnukundaleiðari, Marner Mortensen, stjóri og Elsuba Poulsen, kredittleiðari

Norðoya Sparikassi hevur sett tveir nýggjar deildarleiðarar

Norðoya Sparikassi hevur sett tveir nýggjar deildarleiðarar, har annar er settur sum leiðari á kredittdeildini og hin sum leiðari  á vinnukundadeildini.

Nýggi leiðarin á kredittdeildini er Elsuba Poulsen, sum seinastu tíggju árini hevur starvast sum vinnukundaráðgevi í Jyske Bank, í Keypmannarhavnar økinum.

Elsuba Poulsen hevur lisið HD í fígging á CBS.

Nýggi leiðarin á vinnukundadeildini er Tummas Martin Sólsker, sum byrjaði sum næmingur í sparikassanum í 2003 og síðani 2006 hevur starvast á vinnukundadeildini sum ráðgevi.

Tummas Martin Sólsker hevur lisið HD í roknskapi og búskaparstýring á handilsháskúlanum í Aarhus.