Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Havnar Fimleikafelag

Í dag - 20. mars 2017 - hava Norðoya Sparikassi og Havnar Fimleikafelag undirskrivað 2 ára stuðulsavtalu í deild sparikassans í Miðlon. 

Avtalan ber í sær, at Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá Havnar Fimleikafelag kappingarárini 2017 - 2018 og 2018 - 2019.

Partarnir fegnast um avtaluna og síggja fram til eitt gott og virkið samstarv.