Nýggjur kundi

Vit bjóða tær, sum kunda í Norðoya Sparikassa, eina breiða viftu av tænastum. Við dugnaligum starvsfólkum, ið øll seta kundan í fremstu røð, eru tú og fíggjarligu viðurskifti tíni í bestu hondum. Vit veita tær holla ráðgeving í øllum fíggjarligum viðurskiftum. Saman finna vit bestu loysnina, ið er snikkað til júst tín tørv og ætlanir. 

Hevur tú eitt gott hugskot til eitt nýtt virki ella felag, ætlar tú at byggja út, keypa eina verandi fyritøku ella ynskir tú at gera íløgur, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit eru til reiðar at ráðgeva tær.

Ja takk, eg ynski at gerast kundi í Norðoya Sparikassa
Tað er lætt at gerast kundi í Norðoya Sparikassa. Set teg í samband við okkum, og vit hjálpa tær at flyta allar tínar fíggjarligu tænastur yvir í Norðoya Sparikassa.

Vit syrgja fyri, at gjaldavtalur og aðrar fastar flytingar halda fram og verða goldnar av kontu tíni í Norðoya Sparikassa. Vit avgreiða netbanka, gjaldkort og tænastur annars.

Ring til okkum á telefon 475000 ella skriva ein teldupost til ns@ns.fo. Kundaráðgevarar okkara eru til reiðar hjálpa tær

Viðheft niðanfyri eru kundaskjøl, sum skulu fyllast út, undirskrivast og latast Norðoya Sparikassa, áðrenn tú gerst kundi. Tú kanst fylla skjølini út á telduni, síðani skriva tey út og undirskriva.


Stovnanarskjøl:

Privatkundar

Vinnukundar

Viðskiftatreytir


English

Retail customers

Corporate customers