Orkulán 2,5%

- Bústaðarlán við lágari rentu

Skalt tú gera orkuberandi og umhvørvisvinarligar íløgur í tín bústað, kunnu vit bjóða tær orkulán við eini lægri rentu uppá 2,5%.

Orkulánið er til tín, sum ynskir at gera orkuberandi íløgur í tín bústað, so sum at skifta vindeygu, tekju, klædning, bjálva bústaðin ella umleggja til nýggja ella alternativa orkuskipan. Umframt at betra um bústaðin fært tú minni orkunýtslu, lægri mánaðarligar orkuútreiðslur, betri heimaumhvørvi og samstundis økist virðið á tínum bústaði til eina møguliga sølu í framtíðini.

Við einum orkuláni kanst tú læna upp til kr. 300.000 við 2,5% í rentu, sum er bíligari enn tann vanliga bústaðarrentan. Rentan er broytilig og tú kanst læna í mesta lagi upp til 80% av metta handilsvirðinum á bústaðnum við eini afturgjaldstíð upp til 20 ár.

Orkulán frá Norðoya Sparikassa kann veitast til:  

  • at skifta vindeygu
  • at skifta tekju ella klædning
  • at bjálva bústaðin
  • nýggja ella alternativa orkuskipan
  • onnur orkusparandi tiltøk


Bílegg eitt kundaprát og fá meira at vita um fyrimunirnar við orkuláninum.


Heinta niður treytir og kostnaðir her >>