Eftirløn

1. januar 2014 kom nýggj lóg um eftirlønarsamansparing í gildi.

Nýggja eftirlønarlógin ásetir, at øll yvir 21 ár og undir pensjónsaldur, skulu hava eftirlønarsamansparing í peningastovni ella lívstryggingarfelagi. Broytingarnar í lógini ávirka eisini fólk, sum longu hava eftirlønarsamansparing, og arbeiðsgevarar, ið flyta starvsfólkum sínum løn og eftirløn.

Broytingar fyri fólk við eftirlønarsamansparing í peningastovni

Nýggj eftirlønarkonta
Sambært nýggju lógini skulu inngjøld frá 1. januar 2014 setast inn á eina nýggja eftirlønarsamansparing. Tí er nýggj eftirlønarkonta stovnað øllum kundum, ið longu hava eina kapital- og/ella lutapensjónskontu í peningastovninum. Brøv eru send øllum kundum, ið hava fingið nýggja eftirlønarkontu, har nýggja kontunummarið verður upplýst.

Arbeiðsgevarar skulu hava boð um nýggja kontunummarið
Frá 1. januar 2014 skulu arbeiðsgevarar rinda eftirløn inn á nýggju konturnar. Tí er umráðandi, at fólk, ið fáa nýggja eftirlønarkontu, geva arbeiðsgevara sínum kontunummarið á nýggju kontuni áðrenn fyrstu lønarflytingina í januar 2014. Tey, ið fáa løn frá fleiri arbeiðsgevarum, skulu minnast til at boða øllum arbeiðsgevarum frá nýggju kontuni.

Egin inngjøld
Kundar, sum sjálvir rinda inn á kapital- og lutapensjónskontu, hava eisini fingið bræv frá peningastovninum um, hvussu farast skal fram.

Kapital- og lutapensjónskontur áðrenn 2014
Eftir 30. desember 2013 bar ikki longur til at gjalda inn á gomlu kapital- og lutapensjónskontur.

Konturnar fara tó framvegis at vera í gildi, og tær fylgja galdandi lógarásetingum. Tað fer eisini framhaldandi at bera til at handla virðisbrøv fyri samansparingina á hesum kontum.

Broytingar fyri fólk við ongari eftirlønarsamansparing
Nýggja lógin um eftirlønarsamansparing hevur við sær, at fólk eldri enn 21 ár, ið onga eftirlønarsamansparing hava, skulu stovna sær slíka áðrenn fyrsta lønarútgjaldið í januar 2014. Eftirlønarkontan kann stovnast í peningastovninum og síðani upplýsast arbeiðsgevaranum.

Broytingar fyri arbeiðsgevarar
Av tí at tað frá 1. januar 2014 ikki ber til at gjalda inn á gomlu (eldri enn 30. des. 2013) kapital- og lutapensjónskontur, fáa øll, sum í dag hava sína eftirlønarsamansparing í peningastovni, nýggja eftirlønarkontu í peningastovninum.

Frá 1. januar 2014 skulu arbeiðsgevarar tí nýta nýggju eftirlønarkonturnar hjá starvsfólkunum, tá ið eftirlønin verður flutt. Starvsfólkið skal geva arbeiðsgevara sínum upplýsingar um nýggja kontunummarið.

Sjálvvirkandi tænasta í eitt tíðarskeið
Til tess at avmarka trupulleikarnar, ið kunnu stinga seg upp, um starvsfólk av onkrari orsøk ikki kunna arbeiðsgevaran um nýggja kontunummarið, fara peningastovnarnir eftir 1. januar í eitt tíðarskeið sjálvvirkandi at beina inngjøld, ið koma á gomlu konturnar, víðari til nýggju konturnar.

Á henda hátt slepst undan, at lønin ikki kemur á kontu hjá starvsfólkinum rættstundis, um arbeiðsgevarin ikki hevur fingið nýggja eftirlønarkontunummarið frá starvsfólkinum.

Fleiri upplýsingar
Lesið meira um nýggju eftirlønarlógina á heimasíðuni hjá TAKS www.taks.fo.