Vælkomin í Norðoya Sparikassa
Um tú vilt vita, hvat vit kunnu bjóða tær sum privatkunda, sært tú her skránni vinstrumegin nøkur dømi um, hvat vit kunnu bjóða. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin inn í eina av deildum okkara, at ringja ella senda einum av starvsfólkum okkara ein teldupost.

Vit hava nógvar ymiskar tænastur at bjóða tær sum privatkunda. Til dømis barnasamansparing, lestrarlán, billán, bústaðarlán, gjaldskort, eftirløn og íløgumøguleikar. Ja, listin er langur og tørvirnir ymiskir. Við dugnaligum starvsfólkum, ið øll seta kundan fremst, eru tú og fíggjarligu viðurskifti tíni í góðum hondum.

Tað er lætt at gerast kundi í Norðoya Sparikassa
Sum kundi í Norðoya Sparikassa fært tú ein kundaráðgeva, ið kann veita tær holla ráðgeving í øllum fíggjarligum viðurskiftum. Set teg í samband við okkum, og saman finna vit bestu loysnina, lagað til júst tín tørv og ætlanir.

Tað er lætt at flyta tíni peningaligu viðurskifti til Norðoya Sparikassa, tí vit gera alt pappírsarbeiði fyri teg. Vit átaka okkum eisini at seta okkum í samband við tín núverandi peningastovn, soleiðis at tú lættliga kanst gerast kundi í Norðoya Sparikassa.

Gerst kundi.

Høvuðsskrivstova
Norðoya Sparikassi
Ósávegur 1
Postboks 149
FO-710 Klaksvík
ns@ns.fo

Upplatingartíðir
Mánadag – fríggjadag kl. 9.30 – 16.00
tó hósdag til kl. 18.00