Realkredittlán

Vit bjóða lán við fastari rentu alt lánitíðarskeiðið og lán, har rentan verður tillagað við 1-5-ára millumbilum.

Borið saman við Heimlán er Realkredittlán grundað á lánsbrøv, har útboð og eftirspurningur á fíggjarmarknaðinum ger av kostnaðin á láninum. Eitt lánsbræv er eitt skuldarbræv, har avtala verður gjørd um, hvussu skuldin skal gjaldast aftur og undir hvørjum treytum.

Tá ið tú fíggjar bústað tín við einum realkredittláni, selur realkredittstovnurin lánsbrøv tína vegna á fíggjarmarknaðinum. Peningin, sum kemur inn umvegis søluna, fært tú sum lán. Ymiskir kostnaðir skulu tó fyrst mótroknast.

Tað eru nógv ymisk realkredittlán, men hesi kunnu í høvuðsheitum savnast í tvey, t.e. lán við fastari rentu og lán við skiftandi rentu. Hóast lánini eru ymisk, eru tey bæði grundað á lánsbrøv.

Norðoya Sparikassi hevur samstarvsavtalu við DLR Kredit í Danmark um at bjóða realkredittfígging til føroyskar bústaðir.