Sjálvtøkur

Sparikassin hevur sjálvtøkur í Klaksvík, Leirvík, Fuglafirði og Tórshavn.

Sjálvtøkurnar hava opið alt samdøgrið allar dagar í vikuni við fáum undantøkum:

  1. Sjálvtøkurnar verða dagførdar hvørja nátt kl. 02.00, og eru tá óvirknar í uml. 10 min.
  2. Sunnunátt eru sjálvtøkurnar óvirknar í uml. hálvan tíma, frá uml. kl. 02.00 til 02.30.
  3. Náttina til 2. sunnudag í hvørjum mánaði eru sjálvtøkurnar óvirknar kl. 01.00 - 05.00.

Hesi undantøk eru galdandi fyri allar SDC sjálvtøkur í Føroyum og Danmark.