Skattur

Niðanfyri kanst tú heinta kapitalvinningsskattauppgerð fyri feløg og persónar og leinki til upplýsingar viðvíkjandi Kapitalvinningsskattalógini.

Upplýsingar um kapitalvinningsskattalógina

Vinningsbýtið hjá kundum, sum hava gjørt íløgur við Kapitalpensjónini í donsk partabrøv ella íløguprógv, verður skattað í Danmark, men av tí at Kapitalpensjónin í Føroyum ikki verður skattað, kanst tú søkja um at fáa ein part av skattinum afturgoldnan. Skjalið, ið skal fyllast út, tá ið søkt verður um at flyta aftur skatt, er viðfest niðanfyri.

Hevur tú eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við okkum. Ring á tel. 475000 ella send vinnukundaráðgeva tínum eitt teldubræv.

Skat umsókn.pdf  

Kapitalvinningssjálvuppgáva – feløg.pdf  

Kapitalvinningssjálvuppgáva – persónar.pdf