Sperra kort

Hevur tú mist kortið burtur ella hevur illgruna um, at kortið hjá tær er misbrúkt, skalt tú beinanvegin sperra kortið. Hevur tú Netbanka, er møguleiki at fara inn á Netbankan og velja kortyvirlit og so seta hanafót í kortið, sum skal sperrast. Eisini ber til at seta seg í samband við sparikassan á telefon 475000. 

Uttanfyri vanliga arbeiðstíð hjá sparikassanum, ber til at seta seg í samband við kundatænastuna hjá Nets, sum svarar alt samdøgrið:

  • Dankort og Visa/Dankort telefon +45 44 89 29 29
  • MasterCard og MasterCard Debit telefon +45 44 89 27 50

Tá ið tú ringir til Nets, skalt tú upplýsa navn, bústað, 
navn á peningastovni og kortnummar ella kontunummar.

Minst til at bíleggja nýtt kort beinanvegin.