Netbankin

Við Netbankanum er lættari at avgreiða fíggjarligu viðurskifti tíni, sama hvar tú ert. Her kanst tú : 

  • síggja kontuyvirlit
  • síggja saldur
  • fáa yvirlit yvir bókingar, sum eru gjørdar
  • gera flytingar, hópflytingar og lønarflytingar
  • biðja um uttanlandsflyting (SWIFT flyting)
  • gjalda rokningar
  • gjalda FI-kort eins og hesi kunnu verða meldað til GjaldSkipanina
  • stovna fastar flytingar
  • síggja komandi gjaldingar
  • síggja skjalagoymslu
  • samskifta við sparikassan í tryggum teldupostkervi
  • síggja virðisbrævagoymslu
  • handla við virðisbrøvum

Netbankin er til privat- og vinnukundar. Tú kanst fáa Netbankan á heimasíðu okkara, ringja 475000 ella koma inn í Norðoya Sparikassa. Ein sjálvgreiðsluavtala verður síðani gjørd og undirskrivað. Við postinum fært tú loyniorð og lyklaeftirlitsmerki sendandi at skráseta teg við. Síðani kanst tú rita teg inn í Netbankan.

Netbankin er tín atgongd til Norðoya Sparikassa, eisini tá ið avgreiðslurnar eru stongdar.