Um Silvakontu

Barnasamansparing, útbúgvingar- og bústaðarsamansparing eru nakrir av mongu møguleikunum, tú kanst geva barni tínum. Tað er ongantíð ov tíðliga at hugsa um samansparing til barnið, og við einari Silvakontu kanst tú geva barninum eina góða byrjan.

Hvat er ein Silvakonta?
Øll børn, ið eru 0-12 ár, kunnu stovna Silvakontu. Tá ið tú stovnar Silvakontu, fært tú eina Silvabússu, eina gávu og 200 kr. inn á Silvakontuna.

Foreldur, ommur og abbar kunnu stovna Silvakontu.

Silvagávur
Silvakonta er spennandi, og saman við Silva er tað bæði øðrvísi og stuttligt at spara saman. Kemur tú inn við føðingardagspeninginum, ella hevur fasta flyting inn á Silvakontuna, fært tú eina gávu frá Silva.

Við Silvakontu fært tú hægri rentu enn við vanligari kontu. Setur tú t.d. 100 kr. inn hvønn mánað, verður henda upphædd eftir 13 árum 15.600 kr. umframt rentu. Sí rentuyvirlit her.

Peningurin á Silvakontuni er bundin, til tú verður 13 ár. Peningurin verður tá sjálvvirkandi fluttur á eina Gull 2, sum er ein ungdómssamansparing. Gull 2 er bundin, til tú verður 18 ár.