Norðoya Sparikassa vil hava kundarnar fremst í huga. Sparikassin hevur altíð virkað sum ein lokalur peningastovnur, ið leggur herðslu á, at avgerðir verða tiknar á staðnum, av staðkendum fólki og at allar mannagongdir eru smidligar, soleiðis at vit altíð kunnu bera skjótt at.

Sparikassin vil vera virkin í lokalsamfelagnum, og sæst hetta somuleiðis aftur í ítrótta- og frítíðarlívinum, har sparikassin mangan er ein viðleikari, sum ger mun.

Alt samfelagið er í løtuni í eini ógvuliga spennandi broytingartíð, og tað er sparikassin eisini. Fram til 2006 vóru vit gott 30 starvsfólk, nú er starvsfólkatalið umleið 50. Hetta krevur nógv av bæði sparikassanum og kundum okkara, men vit vilja takka mongu kundum okkara fyri, at tit vilja vera ein partur av dreymum og framtíð sparikassans. Sparikassin vil eisini vera ein partur av dreymum og framtíð tykkara.