Gull 13-17 ár

Gullkonta er kontuskipanin til ung millum 13 og 26 ár.
Á 13 ára føðingardegi tínum bjóðar Norðoya Sparikassi tær fleiri nýggjar møguleikar. Tú kanst m.a. fáa MasterCard Debit og egnan Netbanka. Tá ið tú stovnar tær Gullkontu, fært tú frálíka Gullryggsekkin og eina Gull t-shirt.

2 x Gull
Tá ið tú stovnar tær Gullkontu, fært tú tvær kontur, Gull 1 til løn og lummapening og Gull 2 til samansparing. Við Gull 2 fært tú høga rentu í mun til aðrar kontur.

Rokna samansparing her.

MasterCard Debit
Tá tú verður 13 ár, kanst tú fáa eitt MasterCard Debit ungdómskort. Ert tú yngri enn 15 ár, mugu tíni foreldur/verjar skrivliga geva tær loyvi at fáa kortið. MasterCard Debit er eitt gjaldkort, sum kann nýtast í sjálvtøkum og handlum í Føroyum og uttanlands. Kortið kanst tú prýða við egnari mynd, um tú bíleggur tað her á heimasíðuni.

Bílegg myndakort her.

MasterCard Debit er ókeypis og kann nýtast til at taka út tøkan pening av kontuni.

Tá ið tú bíleggur kortið, tekur tað vanliga í mesta lagi tvær vikur at fáa tað. Er talan um endurbílegging, tekur tað umleið eina viku at fáa tað.

Tú ert altíð vælkomin
Saman við ungdómsráðgeva tínum í Norðoya Sparikassa, kanst tú fáa yvirlit og góða ráðgeving um, hvussu tú lættliga kanst greiða tíni fíggjarligu viðurskifti, tá talan er um samansparing, útbúgving, lestrarlán, billán, bústaðarsamansparing, tryggingar ella íløgur.

Kom inn í sparikassan til eitt ungdómsprát og saman finna vit tænasturnar, ið best hóska tær.

Vilt tú vita meiri, ert tú altíð vælkomin inn í sparikassan, at ringja 475000 ella senda ns@ns.fo eitt teldubræv.

Sum Gullkundi fært tú nógvar fyrimunir.