Lønarkonta

Lønin kemur inn á lønarkontuna, og hon verður eisini brúkt til at gjalda fastar útreiðslur við. Tú kanst taka pening út og seta pening inn. Tá ið føstu útreiðslurnar eru goldnar, kanst tú brúka tað, sum er eftir, sum tú vilt.

Ókeypis at stovna
Tað er ókeypis at stovna lønarkontu, og tú kanst knýta fleiri tænastur til lønarkontuna, t.d. Dankort, Visa/Dankort, MasterCard, netbanka og netbanka sum app.  Við netbankanum fært tú eitt gott yvirlit yvir tíni fíggjarligu viðurskifti, og tú fært avgreitt tey skjótt og bíliga.