Vanligar viðskiftatreytir

Vanligu viðskiftatreytirnar eru galdandi fyri øll viðurskifti ímillum Norðoya Sparikassa og tygum, uttan so at annað staðiliga er avtalað t.d. í einari innlánsavtalu, útlánsavtalu (kredittavtalu), í goymslutreytum, kekk-/ kortreglum ella bokstreytum ella øðrum serligum treytum.

1. At gerast kundi í Norðoya Sparikassa
Tá ið tygum gerast kundi í Norðoya Sparikassa, skulu tygum upplýsa navn, bústað og persónstal (P-tal). Tygum skulu vísa pass ella annað skjalprógv við prentaðum P-tali.

2.Hvussu upplýsingar um tygum verða savnaðar inn og viðgjørdar- Hvussu persónsupplýsingar verða brúktar
Tá ið  tygum gerast kundi í Norðoya Sparikassa, skrásetir Norðoya Sparikassi upplýsingar, m.a. navn, bústað og P-tal at brúka í samband við fíggjarligar veitingar av øllum slagi, t.d. kundaráðgeving, kundarøkt, kundafyrisiting, kredittmeting og marknaðarføring.

Viðvíkjandi peningagjaldingum, t.d. hvussu kreditt- og gjaldkort, kekkar, netbanki o.a. verða nýtt, verða upplýsingar frá handlum, peningastovnum og øðrum savnaðar inn. Hesar upplýsingar verða bert savnaðar inn, til tess at Norðoya Sparikassi kann avgreiða gjaldingina rætt og gera kontuyvirlit, gjaldsyvirlit og líknandi.

Tagnarskylda
Starvsfólk hjá Norðoya Sparikassa hava tagnarskyldu um viðurskiftini hjá tygum og mugu ikki ógrundað geva víðari ella flýggja út upplýsingar, sum tey, av tí at tey arbeiða í Norðoya Sparikassa, hava fingið kunnleika um. Reglurnar fyri tagnarskyldu fylgja lógini um fíggjarligt virksemi.

At geva upplýsingar víðari
Til tess at avtalur kunnu vera hildnar við tygum, t.d. at flyta upphædd til onnur, verða tær upplýsingar um tygum, sum eru neyðugar til at eyðmerkja tygum og greiða úr hondum avtaluna, givnar víðari.

Upplýsingar verða givnar víðari til almennar myndugleikar, sum lóggávan krevur tað, til dømis upplýsingar til skattamyndugleikarnar.

Vanligar upplýsingar um kundaviðurskifti tygara, t.d. navn, bústaður og P-tal kunnu gevast víðari til at røkja fyrisitingarligar uppgávur fyri Norðoya Sparikassa.

Almennar kundaupplýsingar
Norðoya Sparikassi kann geva almennar kundaupplýsingar víðari, ið skapa grundarlag fyri at býta kundar í flokkar, til aðrar stovnar í samtaki og fyritøkur, ið fleiri fíggjarstovnar eiga í felag. Tað skal tó vera talan um, at Norðoya Sparikassi hevur orsøk til at geva hesar upplýsingar víðari, og at hetta ikki stríðir ímóti áhugamálum tygara. Almennar kundaupplýsingar eru t.d. navn og bústaður.

Hvørjar persónsupplýsingar viðger Norðoya Sparikassi?
Tygum kunnu altíð fáa innlit í, hvørjar upplýsingar um tygum Norðoya Sparikassi viðger. Vilja tygum hava skrivligt svar, kann Norðoya Sparikassi krevja eitt avgjald.

Um Norðoya Sparikassi hevur skeivar upplýsingar
Um Norðoya Sparikassi varnast, at tað onkur skeivleiki er í upplýsingunum um tygum, ella upplýsingarnar eru villleiðandi, verða upplýsingarnar beinanvegin rættaðar ella strikaðar.

Mótmæli ímóti marknaðarføring
Tygum kunnu altíð kunna Norðoya Sparikassa um, at tygum ikki vilja hava marknaðarføringartilfar frá Norðoya Sparikassa.

Klaga um, hvussu Norðoya Sparikassi viðger upplýsingar
Um tygum eru misnøgd/-ur, hvussu Norðoya Sparikassi viðger persónsupplýsingar o.a., kunnu tygum klaga til Norðoya Sparikassa ella til Dátueftirlitið, Tinganes, Postboks 300, FO-110 Tórshavn.

3. Rentur

Rentutreytir
Rentan fyri tær einstøku innláns- og útlánskonturnar er skiftandi, uttan so at annað er nágreiniliga avtalað. At rentan er skiftandi, merkir, at Norðoya Sparikassi kann broyta rentustigið. Rentustigið er treytað av kontuslagi, eins og rentustigið fyri alla kontuna kann vera treytað av tí kontosalduni, sum er.

Tygum kunnu fáa at vita um rentustig fyri tey einstøku sløgini av inn- og útláni á skeltunum, ið hanga í avgreiðsluhølunum hjá Norðoya Sparikassa, á heimasíðuni ella við at spyrja.

Rentustig verður broytt
Norðoya Sparikassi kann broyta skiftandi rentustig við ongari ávaring, um broytingin er til tygara fyrimun.

Norðoya Sparikassi kann lækka skiftandi rentustig á innláni og hækka skiftandi rentustig á útláni við ongari ávaring, um

  • inn- ella útlendskar broytingar í peninga- ella kredittpolitikki hava týdning fyri Norðoya Sparikassa, tí vanliga rentustigið ávirkast, ella
  • onnur broyting í vanliga rentustignum, til dømis á peninga- ella lánsbrævamarknaðinum, hevur týdning fyri Norðoya Sparikassa, ella
  • broytingar í skattum og avgjøldum hava týdning fyri Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi kann lækka skiftandi rentustigið á innláni og hækka skiftandi rentustig á útláni við einum mánaðar fyriboðan, um

  • marknaðarlig viðurskifti grunda eina broyting fyri eitt ella fleiri kontusløg,
  • tey viðurskifti, sum vórðu løgd til grund, tá ið rentuviðurskifti tygara vórðu ásett, broyta seg, ella
  • Norðoya Sparikassi broytir sína vanligu rentu- og prísáseting av handilsligum orsøkum, uttan at tað hongur saman við gongdini í vanliga rentustignum. Handilsligar orsøkir kunnu m.a. vera at fáa gagnliga nýtslu av sparikassans tilfeingi ella orku ella at økja um vinningin hjá Norðoya Sparikassa.

Tá ið skiftandi rentustig verður broytt, fáa tygum upplýsingar um hetta í brævi ella við kunngerð í bløðunum, ella tá ið Norðoya Sparikassi sendir fyrsta kontuavritið ella kontuyvirlitið eftir kunngerðina.

4. Rentuútrokning, rentudagfesting og rentutilskriving
Norðoya Sparikassi ger eina dagliga rentuútrokning fyri hvørja einstaka kontu á henda hátt:

Salda x (áljóðandi rentu) / (faktiska dagatalið í árinum). Hvør mánaður verður roknaður við tí faktiska dagatalinum.

Tá ið dagliga saldan verður gjørd upp, tekur Norðoya Sparikassi útgangsstøði í rentudagfestingini fyri konturørsluni.

Rentudagfestingin er tann dagurin, tá ið ein inngjalding, útgjalding ella onnur konturørsla ávirkar rentuútrokningina á einari kontu. Á kontuavriti ella sparikassabók stendur rentudagfestingin undir "virði".

Sum útgangsstøði galda hesar reglur:

Tá ið tygum gjalda inn í reiðum peningi, við kekki ella við gjaldkorti á eina kontu í Norðoya Sparikassa, er avgreiðsludagurin eftir inngjaldingina rentudagfesting.

Leygardagar, sunnu- og halgidagar, flaggdagur 25. apríl, ólavsøkuaftan 28. juli, ólavsøkudagur 29. juli, jólaaftan og nýggjársaftan eru ikki avgreiðsludagar í Norðoya Sparikassa.

Tá ið tygum fáa útgoldið í reiðum peningi ein kekk, ið er skrivaður út til tygum, er avgreiðsludagurin rentudagfesting. Rentudagfestingin við inngjaldi av hesum kekki á  kontu tygara í Norðoya Sparikassa er fyrsti avgreiðsludagur eftir inngjaldingina.

Tá ið tygum fáa útgoldið í reiðum peningi, við kekki ella korti frá kontu tygara í Norðoya Sparikassa, er avgreiðsludagurin rentudagfesting.

Tá ið tygum taka út pening við gjaldkorti ella útgjaldkorti í sjálvtøkum hjá Norðoya Sparikassa, er tann dagurin, pengarnir verða tiknir út, rentudagfesting.

Tá ið tygum nýta kekk til at gjalda í handlum, er tann dagurin, kekkurin verður móttikin í einum peningastovni, rentudagfesting.

Tá ið tygum nýta gjaldkortið í elektroniskum skipanum í handlum ella kortnotuskipanina, er tann dagurin, gjaldsupplýsingin verður móttikin í einum peningastovni, rentudagfesting.

Tá ið tygum flyta upphæddir ímillum egnar kontur í Norðoya Sparikassa, er avgreiðsludagurin rentudagfesting fyri báðar kontur.

Tá ið tygum fáa løn sum A-inntøku, er bókingardagurin rentudagfesting.

Tá ið tygum fáa aðrar vanligar flytingar frá einari kontu í føroyskum, donskum ella grønlendskum peningastovni, er rentudagfestingin fyrsta avgreiðsludag eftir, at flytingin er móttikin.

Rentutilskriving

Fyri flestu sløg av innlánum er galdandi, at Norðoya Sparikassi tilskrivar rentur hálvárliga. Tó kunnu serlig undantøk vera, har rentur verða tilskrivaðar árliga, t.d. serlig átøkstilboð. Rentutilskriving verður gjørd við at leggja dagligu rentuútrokningarnar saman og seta samlaðu upphæddina inn á kontu tygara. Fyrsta avgreiðsludag eftir rentutilskrivingina er rentudagfesting.

Norðoya Sparikassi tilskrivar rentur fyri útlán antin mánaðarliga, hvønn ársfjórðing ella hvørt hálvár. Rentutilskrivingardagurin stendur á lánsskjalinum.

Rentutilskrivingin verður gjørd við at leggja dagligu rentuútrokningarnar saman og taka samlaðu upphæddina út av kontu tygara. Rentutilskrivingardagurin er rentudagfesting.

Rentutilskriving sæst á sparikassabók, kontuyvirliti ella aðrari uppgerð.

Norðoya Sparikassi kann gera av, at rentuupphæddir lægri enn eitt vist ikki verða tilskrivaðar kontuni.

5. Avgjøld
Norðoya Sparikassi kann rokna sær avgjøld fyri tænastuveitingar, ið hann ger fyri tygum, t.d. fyri at taka sær av at leggja okkurt um. Norðoya Sparikassi kann eisini rokna sær avgjøld fyri at svara spurningum frá almennum myndugleikum, sum Norðoya Sparikassi hevur skyldu til sambært lóggávu.

Avgjøldini verða antin tikin sum eitt fast gjald fyri tænastuna, sum prosentpartur ella sum tímagjald í lutfalli eftir, hvussu stór tænastan er. Útrokningarhættirnir kunnu sameinast.

Vanligu avgjøldini síggjast á príslista, sum tygum kunnu fáa í Norðoya Sparikassa. Onnur avgjøld verða upplýst eftir fyrispurningi.

At broyta avgjøld
Norðoya Sparikassi kann altíð  lækka avgjøld uttan at boða frá.

Framhaldandi avgjøld, sum eru ein partur av verandi sáttmálaviðurskiftum, kann Norðoya Sparikassi hækka við einum mánaða fyriboðan, um marknaðarlig viðurskifti hava við sær broyting fyri eitt ella fleiri kontusløg.

Framhaldandi avgjøld, sum eru ein partur av verandi sáttmálaviðurskifti, kann Norðoya Sparikassi hækka við 3 mánaða fyriboðan, um

  • tey viðurskifti, sum hvørt sær vóru grundarlag, tá ið avgjaldstreytir tygara vóru ásettar, broyta seg.
  • Norðoya Sparikassi broytir sína almennu avgjaldsskipan og prísáseting av handilsligum orsøkum. Handilsligar orsøkir kunnu m.a. vera at fáa gagnliga nýtslu av sparikassans tilfeingi ella orku ella at økja um (meir)vinningin hjá Norðoya Sparikassa.

Í verandi sáttmálaviðurskifti kann Norðoya Sparikassi av handilsligum orsøkum áseta avgjøld fyri tænastuveitingar, sum Norðoya Sparikassi ikki hevur tikið avgjald fyri fyrr. Avgjøld kunnu ásetast við 6 mánaða fyriboðan.

Norðoya Sparikassi kann altíð við ongari fyriboðan áseta og hækka avgjøld fyri einstakar tænastuveitingar og alment fyri nýggjar avtalur.

Tá ið avgjøld verða broytt, fáa tygum tað at vita í brævi ella í kunngerð í bløðunum, og tá ið Norðoya Sparikassi sendir fyrsta kontuyvirlitið eftir kunngerðina.

6. Trotarenta og áminningargjøld o.a.
Um konta tygara er í troti, kemur í eftirstøðu ella verður nýtt í stríð við avtaluna, kann Norðoya Sparikassi krevja trotaprovisjón ella morarentu, avgjald fyri at senda áminningar og útreiðslur í samband við løgfrøðiliga hjálp til innheinting o.a.

Støddin á áminningargjaldinum stendur á áminningini frá Norðoya Sparikassa. Trotarentan o.a. verður upplýst eftir fyrispurningi frá tygum.

Trotaprovisjónin verður ásett við støði í metingini hjá Norðoya Sparikassa av váðanum av mishildnum krøvum sum heild og ítøkiliga mishildnum krøvum hjá tí einstaka.

Norðoya Sparikassi kann til eina og hvørja tíð við mishildnum krøvum, umsitingarliga og roknskaparliga velja at steðga at tilskriva rentu. Tá ið steðgað verður at tilskriva rentur á henda hátt, uttan at tað er avtalað við tygum, skal tað ikki skiljast, sum at Norðoya Sparikassi sigur rættin frá sær til at fáa rentu av kravinum og fyri at hava rinda útreiðslur, sum eru komnar afturat seinni. Hetta er galdandi, sama um nýtta bókføringin verður kunnað tygum við kontuavriti ella líknandi.

7. Inngjøld og útgjøld

Fyrivarni við inngjaldi
Allar inngjaldingar á kontu tygara, ið ikki eru í hondina, eru við fyrivarni fyri, at Norðoya Sparikassi fær upphæddina. Sama er galdandi fyri inngjaldingar við kekki, sum er tikin av kontu í Norðoya Sparikassa. Fyrivarnið er galdandi, sjálvt um tað ikki er nevnt á kvittan ella aðrari kunning um inngjaldið.

Um tað vísir seg, at virðið ikki er fyri einum útskrivaðum kekki, tekur Norðoya Sparikassi upphæddina av kontu tygara aftur. Um tað verður tikið av kontu tygara, fáa tygum boð frá Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi kann flyta aftur eina upphædd, sum er sett inn á kontu tygara við einum týðiligum mistaki hjá Norðoya Sparikassa, t.d. um sama upphæddd verður sett inn tvær ferðir.

Hvussu inngjøld verða nýtt
Eitt og hvørt inngjald til eitt lán ella kreditt verður fyrst nýtt til at rinda rentu og provisión. Tað er galdandi, sjálvt um tygum sjálv/-ur gjalda, ella um inngjøldini koma frá borgsmanni ella veðsetara.

Onnur inngjøld verða síðani nýtt til at rinda avdrátt.

Lánsgjald verður broytt
Norðoya Sparikassi hevur rætt, men ikki skyldu, til at hækka lánsgjaldið sambært hækkandi rentustigi, provisión ella líknandi.

Avrit
Tá ið tygum fáa pappírs- ella elektronisk kontuavrit, skulu tygum beinanvegin kanna, um tað eru flytingar á kontuni, sum tygum ikki kennast við. Er tað so, skulu tygum beinanvegin venda tygum til Norðoya Sparikassa.

Eitt avrit frá sparikassans bókhaldi skal til eina og hvørja tíð vera at meta sum galdandi prógv fyri, hvussu stór skuldin er.

8. Uppsøgn, mótrokning og treytir verða broyttar

Avtalutreytir verða broyttar
Eru serligar treytir avtalaðar við tygum, standa hesar í brotinum "serligar treytir" í skjalinum.

Tá ið avtalutreytirnar hjá tygum verða ásettar, leggur Norðoya Sparikassi dent á samlaða viðskiftaøkið við tygum.

Verða tað gjørdar broytingar í viðskiftaøkinum, sum ikki eru avtalaðar við Norðoya Sparikassa, skilar Norðoya Sparikassi sær rætt til samstundis at broyta avtalutreytirnar.

Uppsøgn
Norðoya Sparikassi og tygum kunnu til eina og hvørja tíð siga upp kundaviðurskiftini við ongari fyriboðan.

Tá ið kundaviðurskiftini enda, kann Norðoya Sparikassi siga upp ábyrgdar- og borgsskyldur, t.d. skyldur í fremmandum gjaldoyra, og gera seg leysan av øðrum skyldum, ið kunnu vera gjørdar fyri tygum. Tygum hava skyldu til at gera Norðoya Sparikassa leysan av øllum skyldum, gjørdar tygara vegna, og um neyðugt veita trygd fyri tí.

Mótrokning
Norðoya Sparikassi kann, uttan at boða tygum frá frammanundan, mótrokna eina og hvørja áogn, ið er fallin til gjaldingar í einari og hvørjari áogn, sum tygum hava ella fáa hjá Norðoya Sparikassa, um ikki annað er avtalað við Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi mótroknar ikki tann partin av tygara løn ella almennum veitingum o.ø., sum er neyðugur fyri at tryggja tygara vanliga livikostnað. Peningastovnurin mótroknar heldur ikki innistandandi á kontu, sum eftir lóggávuni ella serligari avtalu er vart ímóti ognarum.

9. Ymiskar ásetingar

Fulltrú
Tygum kunnu geva øðrum fulltrú til at stíla fyri tygara vegna í samskifti við Norðoya Sparikassa. Ein fulltrú skal vera skrivlig og skal vanliga vera á oyðublaðnum hjá Norðoya Sparikassa. Fulltrúin er galdandi, til Norðoya Sparikassi fær skrivlig boð frá tygum um, at hon er tikin aftur ella broytt.

Um tann, ið hevur givið fulltrúina doyr, fer fulltrúin úr gildi, tá ið Norðoya Sparikassi fær boð um andlátið. Tað merkir, at kontur o.a. hjá tí, ið hevur givið fulltrúina, verða stongdar, til skiftirætturin hevur tikið støðu til, hvussu búgvið skal viðgerast.

Gera fleiri kundar avtalu um eina felagskontu, kann hvør av kontuhaldaranum ráða einsamallur yvir kontuni, uttan so at annað er avtalað. Doyr ein av kontuhaldarunum, hevur Norðoya Sparikassi tó rætt til at steingja kontuna til tess at tryggja búgvið hjá tí deyða.

At taka upp telefonsamrøður
Til tess at tæna tygum rætt, kann Norðoya Sparikassi taka telefonsamrøður upp. Vanliga hendir tað bara í samband við handil við virðisbrøvum og gjaldoyra.

Handil uttanlands
Um Norðoya Sparikassi tygara vegna skal gera handlar uttanlands, velur Norðoya Sparikassi eitt handilssamband, um annað ikki er avtalað. Norðoya Sparikassi hevur onga ábyrgd av mistøkum, ið nýtti peningastovninur ger ella fyri kredittvirðinum hjá hesum.

Um tygum hava útlendska virðisbrævagoymslu ígjøgnum Norðoya Sparikassa, hevur Norðoya Sparikassi ábyrgd av møguligum mistøkum og kredittvirði hjá tí útlendska handilssambandinum, um so er, at tygum ikki sjálv/-ur hava valt handilssambandið.

Rættarreglur, siðir og viðskiftatreytir kunnu uttanlands vera rættiliga ymisk frá tí, sum er galdandi í Føroyum. Sum Norðoya Sparikassi er undir útlendskum rættarreglum, siðum og handilstreytum, er hetta eisini galdandi fyri tygum.

Klagur
Um tygum vilja klaga um Norðoya Sparikassa, skulu tygum í fyrsta umfari venda tygum til deild tygara.

Um tygum eftir tað framvegis eru ósamd/-ur við viðgerðina hjá Norðoya Sparikassa av áheitan tygara, ella úrslitinum av tí, kunnu tygum seta tygum í samband við tann, ið hevur ábyrgd av klagum í Norðoya Sparikassa. Tygum kunnu biðja deild tygara um at vera víst/-ur til tann, ið hevur ábyrgd av klagum, ella tygum kunnu fáa upplýsingar um tann, ið hevur ábyrgd av klagum á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa ella á handilsstaði.

Tygum kunnu eisini leggja klaguna fyri Fíggjareftirlitið, Gl. Kongevej 74 A, 1850 Frederiksberg C, Danmark.

Endurgjaldsskylda
Norðoya Sparikassi hevur endurgjaldsskyldu, um hann av mistøkum ella vanrøkt uppfyllir avtalaðar skyldur ov seint ella vantandi.

Sjálvt á teimum økjum, har ein strangari ábyrgd er galdandi, hevur Norðoya Sparikassi ikki ábyrgd av missi, sum kemst av:

  • samanbroti í/vantandi atgongd til KT-skipanir ella skaða á data í hesum skipanum, ið kunnu førast til niðanfyristandandi hendingar, sama um tað er sparikassin sjálvur ella ein útvegari uttaneftir, ið stendur fyri rakstrinum av skipanunum.
  • brek á streymskipan ella telesamskipan hjá Norðoya Sparikassa, rættarskerjing ella fyrisitingargerðir, náttúruvanlukkum, kríggi, uppreistri, borgarligum ófriði, sabotasju, yvirgangi ella herverki (herundir telduormum og teldusníking).
  • verkfalli, verkbanni, útihýsing ella forðing, sama um stríðið er rættað ímóti ella íspunnið av sparikassanum sjálvum ella samskipanini hjá honum, og sama hvør orsøkin er til stríðið. Tað er eisini galdandi, tá ið stríðið bert rakar partar av Norðoya Sparikassa.
  • øðrum umstøðum, sum Norðoya Sparikassi ikki stýrir sjálvur.

Ábyrgdarundantøkan hjá Norðoya Sparikassa er ikki galdandi, um:

  • Norðoya Sparikassi átti at dugað at sæð tær umstøður, sum eru orsøk til missin, tá ið avtalan varð gjørd, ella átti at umgingist ella vunnið á orsøkini til missin.
  • lóggávan undir øllum umstøðum gevur Norðoya Sparikassa ábyrgd av teimum viðurskiftum, ið eru orsøk til missin.

Trygdargrunnurin fyri innskjótarar og íleggjarar
Sum kundi í sparikassanum eru tygum ígjøgnum Trygdargrunnin fyri innskjótarar og íleggjarar í ein ávísan mun tryggjaður ímóti tapi, um sparikassin verður raktur av konkursi ella gjaldssteðgi.

Trygdargrunnurin svarar fyri m.a. navnamerktum innskotum í peningastovnum við upp til mótvirðið av 100.000 evrum fyri hvønn innskjótara. M.a. pensjónskontur og barnauppsparing tekur hann upp á seg uttan upphæddsmark.

Trygdargrunnurin tekur tað eisini á seg, um tygum sum íleggjari hava miss, tí sparikassin ikki kann geva tygum virðisbrøv aftur, sum hann hevur í varðveitslu, stendur fyri ella umsitur. Tað verða endurgoldnar upp til mótvirðið av 20.000 evrum fyri hvønn íleggjara. Trygdargrunnurin fyri innskjótarar og íleggjarar hevur útgivið ein faldara, har tygum kunnu lesa meira um, hvussu tygum eru tryggjað/-ur. Tygum kunnu bíleggja faldaran umvegis www.garantifonden.dk

Eftirlit
Peningastovnurin er undir eftirliti av:
Finanstilsynet
Gammel Kongevej 74, A
1850 Frederiksberg CDanmarkTel. 33 55 82 82
www.finanstilsynet.dk

Broytingar av teimum vanligu viðskiftatreytunum
Vanligu viðskiftatreytirnar og møguligar serligar treytir kunnu broytast við ongari fyriboðan, um broytingarnar eru til fyrimunar fyri tygum. Vanligu viðskiftatreytirnar og møguligar serligar treytir kunnu broytast, og nýggjar kunnu skoytast uppí við 3 mánaða fyriboðan, um broytingarnar ikki eru til fyrimunar fyri tygum.

Tygum fáa at vita um broytingar í brævi ella í kunngerð í bløðunum, ella tá Norðoya Sparikassi sendir tað fyrsta kontuavritið ella kontuyvirlitið aftan á kunngerðina.