Virkja kort

    1. Tá ið tú skalt virkja kortið, skalt tú brúka eitt virkjanarnummar, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum. Kundanummarið sært tú í netbankanum, ovast uppi í høgra horni undir yvirskriftini: 'Kundanummar hjá avtalueigara'. Fært tú kontuavrit sendandi við posti, stendur kundanummarið á kontuavritinum.

    2. Ring til Nets á tel. +45 44 89 73 50

    3. Trýst kortnummarið við 16 talteknum, sum stendur á forsíðuni á kortinum, og enda við #

    4. Trýst virkjanarnummarið, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum, og enda við #

    5. Eftir hetta fært tú boðini: "Kortet er nu aktiveret"