Ábyrgdaravalið 2019

Ert tú ábyrgdari og myndugur, hevur tú valrætt til umboðsráðið í Norðoya Sparikassa. Umboðsráðið er hægsti myndugleiki sparikassans.

Veljast skulu 39 umboð:
22 fyri Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Árnafjørð og útlond
9 fyri Leirvík og Føroyar annars
6 fyri økið Eystan Múla
2 fyri Kalsoy og Kunoy

Øll kunnu gerast ábyrgdarar í Norðoya Sparikassa við at gjalda í minsta lagi kr. 1.000 í ábyrgdarpeningi. Eingin ábyrgdari kann eiga meira enn kr. 300.000 í ábyrgdarpeningi uttan loyvi frá nevndini.

Ábyrgdarar hava eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 1.000 inngoldnar í ábyrgdarpeningi, tó í mesta lagi 20 atkvøður.

Ábyrgdarpeningur er váðafúsur peningur og ikki fevndur av innskjótaratrygd.

Evstamark at tekna ella hækka ábyrgdarpeningin til valið er 25. januar 2019.

Valt verður á øllum deildum okkara frá mánadegnum 25. februar til og við fríggjadagin 8. mars 2019.

Atkvøtt verður í avgreiðslutíð sparikassans. Seinasta valdagin, tann 8. mars, ber tó til at velja til kl. 19.00 á høvuðsdeildini í Klaksvík.

Brævatkvøður
Ábyrgdarar, ið ynskja at atkvøða við brævatkvøðu, kunnu venda sær til valnevndina við at ringja 475000 ella senda teldupost til ns@ns.fo.

Hvør kann gerast valevni?
Myndugir ábyrgdarar kunnu gerast valevni til umboðsráðið. Uppskot um valevni skulu skrivliga vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 27. januar 2019.

Viðtøkur og valreglur sparikassans eru tøkar á deildum og heimasíðu okkara.

Nærri kunning um ábyrgdara og rentupolitikk fyri ábyrgdarpening fæst her.