Arbeiði uttanlands

Arbeiðir tú uttanlands, kanst tú ómakaleyst savna øll tíni fíggjarligu viðurskifti og lata Norðoya Sparikassa taka sær av teimum.

Sum heildarkundi fært tú fleiri fyrimunir, so sum kappingarføra rentu á inn- og útlánum, og ymsar ókeypis tænastur. Eisini geva vit tær góð ráð um tíni fíggjarviðurskifti, og hvussu tey best verða skipað.

Kundi tú hugsað tær at fingið góð ráð um samansparing, bústaðarlán, tryggingar, eftirløn, íløgur, gjaldkort ella uttanlandsflytingar til dømis, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og biðja um eitt kundaprát.

Ring á tel. 475000, við Skype til "Norðoya Sparikassi" ella send eitt teldubræv til ns@ns.fo.

Lønarkontu í Norðoya Sparikassa
Lønarkonta verður brúkt til at fáa løn inná og at gjalda fastar útreiðslur við. Tú kanst taka pening út og seta pening inn. Tað, sum eftir er á kontuni, eftir at fastar útreiðslur eru goldnar, er eftir til tín sjálvs hvønn mánað.

Ókeypis at stovna
Lønarkontan er ókeypis at stovna, og tú kanst knýta fleiri tænastur til lønarkontuna, til dømis Dankort, Visa/Dankort, MasterCard, netbanka og netbanka sum app. Við netbankanum fært tú yvirlit yvir tíni fíggjarligu viðurskifti, og tú fært avgreitt tey skjótt og bíliga.

Løn frá útlendskum veitara
Fært tú løn frá útlendskum veitara, fært tú lønina trygt inn á lønarkontuna í Norðoya Sparikassa við at upplýsa IBAN-nr. hjá tær og SWIFT-kotuna hjá Norðoya Sparikassa: NOYAFO21. Norðoya Sparikassi samstarvar við Sparekassen Kronjylland. SWIFT-kotan hjá Sparekassen Kronjylland er: KRONDK22. 

Flyting ígjøgnum SWIFT er ein skjótur, bíligur og tryggur háttur at taka ímóti peningi úr útheiminum. 

Minst tí til at geva arbeiðsgevara omanfyrinevndu upplýsingar, sum saman eyðmerkja júst tína kontu í Norðoya Sparikassa.

Uttanlandsflyting
Verður peningur fluttur tær úr londum uttan fyri ríkisfelagsskapin, ella flytir tú pening til hesi lond, verður tað avgreitt trygt og skjótt við SWIFT (Society for the Worldwide Interbank Financial Telecommunication), sum er ein altjóða avtala um flytingar millum peningastovnar. Sparikassin hevur eitt víðfevnt samstarv og kann avgreiða uttanlandsflytingar til og frá flestu londum í heiminum.

  • BIC/SWIFT: Bank Identifier Code er altjóða eyðkenniskotan hjá einum peningastovni. BIC verður eisini nevnt SWIFT-kota. SWIFT-kotan hjá Norðoya Sparikassa er NOYAFO21.

  • IBAN: Merkir International Bank Account Number og er títt egna kontunummar bara við uppaftur fleiri tølum og verður brúkt í sambandi við flytingar ímillum lond. IBAN-nummarið stendur á kontuavritinum ella í netbankanum undir kontutreytum.

SWIFT-flytingar kunnu eisini verða avgreiddar í netbankanum, ella sendir tú okkum eina SWIFT-umbøn í telduposti til ns@ns.fo.

SWIFT-umbøn fæst á hesum leinki.

Meiri fæst at vita um SWIFT-flytingar, vendir tú tær til eina av deildum okkara.

Avgreiðslugjøld og kostnaðir fyri SWIFT-flytingar.

Lønarkontu í Norðoya Sparikassa við tilknýti til netbankan
Arbeiðir tú uttanlands og hevur lønarkontu í sparikassanum, kanst tú sjálv/ur avgreiða tíni fíggjarørindi í netbankanum.

Við netbankanum kanst tú m.a.

  • Síggja kontuyvirlit, saldur og bókingar
  • Gera flytingar, hópflytingar og uttanlandsflytingar (SWIFT-flytingar)
  • Stovna fastar flytingar
  • Keypa og selja partabrøv
  • Síggja komandi gjaldingar og skjalagoymslu
  • Samskifta við kundaráðgevan ígjøgnum trygt teldupostkervi

Netbankin er ókeypis at stovna, og árligt gjald verður ikki tikið fyri netbankan. Vinnuligi netbankin er eisini ókeypis at stovna og kostar kr. 250 árliga.

Kostnaðir fyri netbankatænastur.

Netbankin sum app
Við netbankanum sum app kanst tú altíð avgreiða fíggjarviðurskiftini og fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna - sama nær og hvar. Netbankin sum app virkar á flestøllum snildtelefonum og teldlum.

Netbankin sum app er júst rætta loysnin til tín, sum vil vera óheftur av tíð og stað. Neyðugt er at hava samband við netið, men tær nýtist ikki at hava atgongd til teldu fyri at avgreiða fíggjarørindini. Tú hevur snøgt sagt netbankan við hondina - sama nær og hvar.

Skalt tú hava netbankan sum app, mást tú fyrst hava eina netbankaavtalu, síðan meldar tú netbankan til sum app.

Við netbanka appini kanst tú avgreiða meginpartin av tí, sum tú avgreiðir við vanliga netbankanum so sum at síggja kontuyvirlit, saldu og komandi gjaldingar umframt at flyta pening o.a.. Við netbankanum sum app ráða vit tó til, at tú læsir fartelefonina, so at óviðkomandi ikki sleppa fram at netbankanum tann vegin.

Bílegg kundaprát
Hevur tú hug at vita meiri um hesi viðurskifti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og biðja um eitt kundaprát.

Ring á telefon 475000 ella skriva til ns@ns.fo. Eisini er møguligt hjá tær at ringja til okkum við Skype til “Norðoya Sparikassi”.