Bankafrídagur í Danmark 31. mai ávirkar netbankan

Fríggjadagurin 31. mai er bankafrídagur í Danmark. 

Hetta ávirkar netbankan og kann ávirka úttøku í sjálvtøkum okkara í dag og alt vikuskiftið. 

Úttøka í sjálvtøkum 

Um tú ikki fært tikið pening út í sjálvtøku við korti, ið er knýtt at lønarkontu og fært at vita, at 'peningur er ikki tøkur', hóast hetta ikki er so, kanst tú koma inn í peningastovnin áðrenn kl. 16 í dag 31. mai 2019 og taka pening út - uttan kostnað. Viðurskiftini vera í rættlagi aftur mánadagin 3. juni.  

Vanligar flytingar 

Legg merki til, at vanligar flytingar ikki fara fram beinanveg, men leggja seg sum framtíðarflytingar at verða avgreiddar 3. juni 2019.  

Straksflytingar

Straksflytingar virka ikki.

Lønarflytingar framdar mikudagin 29. mai

Kontuyvirlitið í netbankanum kann vísa skeiva saldo fyri lønarkontuna, hóast arbeiðsgevarin hevur flutt lønina 29. mai. Saldan á kontuyvirlitinum verður í lagi aftur frá mánadegnum 3. juni 2019.


Vinaliga

Norðoya Sparikassi