Freistir fyri flytingum í sambandi við Kristi himmalsferðardag

Nú hósdagin 21. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 22. mai er frídagur hjá donskum peningastovnum. Tí verða ongar flytingar - undantikið skundflytingar - avgreiddar millum peningastovnar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, ið eru galdandi, um flytingar skulu verða móttakara í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag.

Lønarflytingar
Lønarflytingar mugu avgreiðast í seinasta lagi týsdagin 19. mai kl. 15.30. Lønir, ið verða fluttar eftir hesa freist, koma á kontu hjá móttakara mánadagin 25. mai.

Flytingar til aðra kontu í Norðoya Sparikassa
Seinasta freist at gera flytingar til aðra kontu í Norðoya Sparikassa er mikudagin 20. mai kl. 18.30.

Flytingar til kontu í øðrum peningastovni
Seinasta freist at gera vanliga flyting til kontu í øðrum peningastovni er týsdagin 19. mai kl. 18.30. Freistin at gera flyting sama dag er mikudagin 20. mai kl. 11.45

Uttanlandsflytingar
Seinasta freist fyri, at uttanlandsflyting skal verða send av landinum áðrenn Kristi himmalsferðardag er mikudagin 20. mai kl. 13.

Skundflytingar, undantiknar uttanlandsflytingar 
Skundflytingar, undantiknar uttanlandsflytingar, kunnu tó altíð gerast í netbankanum og eru á kontu hjá móttakara beinanvegin.


Vinarliga
                    
Norðoya Sparikassi